Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar Froskmannafelag: Eins og undanfarin ár skipar Tórshavnar Froskmannafelag fyri ókeypis almennan tunnusláttur á sjónum niðri í Vágsbotni leygardagin 10. februar kl. 14:00.

Tunnuslátturin verður á sjónum fyri vaksin og fyri børnum á landi.

Sambært veðurforsøgni verður tað turt (á landi).

ØLL eru vælkomim.

ØLL, ið hava eina turr- ella vátdrakt, eru hjartaliga vælkomin.

Vit vóna at síggja nógv fólk í Vágsbotni, tá kvinnur og menn í kavarabúna leypa á sjógv.

Klokkan 20 um kvøldið verður tunnusláttur fyri vaksin á landi, tilmelding ikki neyðug.

Hetta fer fram uttanfyri Bátafelagið.

Faroe Dive stuðlar við vinningum til Kongafiskarnar.

Havkajakkir, polokajakkir, vátdrakrir o.a. verður til taks til tey sum hava áhuga at royna seg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo