Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Kavbátur, sum verður brúktur til at føra ferðafólk niður til Titanic, er horvin.

Farið er undir eina bjargingarroynd í dag, skrivar bretska BBC, sum hevur tosað við vaktartænastuna í Boston í amerikanska deilstatinum Massachusetts.

Sambært The Guardian - sum eisini hevur tosað við bjargingartænastuna - vóru fimm fólk við á ferðina, skrivar danska TV 2.

Hetta er fimta ferðin hjá OceanGate niður til Titanic-vrakið, sum byrjaði í síðstu viku og skuldi enda hósdagin, sambært Reuters.

OceanGate bjóðar eitt pláss á hesi átta dagar ferðini fyri 250.000 dollarar per persón.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo