40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið til venjing á Ernst-Happel stadion í Wien - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið til venjing á Ernst-Happel stadion í Wien - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið til venjing á Ernst-Happel stadion í Wien - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Håkan Ericson, venjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari senda á vøllin frá byrjan í HM-undankappingardystinum ímóti Eysturríki.

Venjararnir hava framt tvær broytingar í byrjunaruppstillingini hesaferð, í mun til teir sum byrjaðu í dystinum móti Moldova farna hósdag.

Odmar Færø hevur ein lítlan skaða at dragast við, og hann verður ikki klárur at møta eysturríkarum. Í hansara stað kemur liðfelagin í KÍ, Heini Vatnsdal. Og í álopinum avloysir málskjúttin í seinasta dysti, Meinhard Olsen, Klæmint Andrasson Olsen.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni vera Gilli Sørensen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Brandur Olsen, brøðurnir Sølvi og Gunnar Vatnhamar, og liðskiparin, Hallur Hansson. Framherjar vera Jóan Simun Edmundsson og Meinhard Olsen.

Eykaspælarar: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Rógvi Baldvinsson, Ári Mohr Jónsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Patrik Johannesen, Tróndur Jensen, Jákup Biskopstø Andreasen, Dan í Soylu, Klæmint Andrasson Olsen, Jóannes Bjartalíð og Petur Knudsen.

HM-undankappingardysturin á Ernst-Happel stadion í Wien verður bríkslaður í gongd klokkan 19:45, føroyska tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo