40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Tvær stórar útstykkingar eru komnar nakað væl áleiðis í Runavíkar kommunu. Í Leitinum í Saltangará og suður av Hórheiðum á Skála, har rúm verður fyri meiri enn hundrað búeindum tilsamans.

Leitið
Áhugaðum er fráboðað miðskeiðis í mars mánaða, at tíðarætlanin fyri hesa útstykking nú er hendan:

• Avhending av 1. byggistigi - mánaðarskiftið apríl/mai 2020
• Liðugt at spreingja 2. byggistig - um miðjan juni 2020

Fyrsta byggistig varð avhendað, við nøkrum manglum, hin 1. mai 2020. Hesir manglar eru eftirsíðan bøttir, samstundis sum arbeitt verður við at spreingja í 2. byggistigi. Tíðarætlanin fyri fráboðaðu spreingingina heldur ikki og roknað verður nú við, at liðugt verður at spreingja í 2. byggistigi hin 11. august 2020.

Samskifti er við Umhvørvisstovuna, sum hevur verið í økinum og gjørt uppmátingar, og roknast skal við, at matrikuleringin av fyrsta byggistigi verður liðug fyri summarfrítíðina í ár.

Hórheiðar
Tað gongst sum ætlað við útstykkingini suður av Hórheiðum á Skála. Sambært sáttmálanum verður arbeiðið liðugt seint í heyst – í oktober/november mánaða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo