40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tveir mans hava í dag fingið tað sum á politimáli eitur ein straksdóm fyri at hava smuglað hash til Føroya.

Menninir, sum báðir eru síðst í 30unum, komu til Føroya við flogfari í gjár, men vóru steðgaðir, tá tollararnir avdúkaðu, at teir royndu at smugla 300 gram av hashi inn í landið.

Tá menninir í dag vóru til grundlógaravhoyring fingu teir hvør sín straksdóm, sum báðir tóku við. Annar fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, hin fekk 50. Orsøkin til at annar fekk harðari dóm var, at politiið fann ymiskt annað ólógligt heima hjá honum, eitt nú ólógligar plantur.

Báðir menninir eru føroyingar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo