Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Føroya Rættur viðgjørdi í gjár eitt mál har tveir menn úr Póllandi vóru ákærdir fyri stuldur.

Menninir vóru ákærdir fyri í felag at hava stjolið amboð fyri uml. 50.000 kr.

Menninir høvdu m.a. stjolið frá arbeiðsgevaranum.

Annar maðurin játtaði seg sekan, meðan hin noktaði.

Báðir menninir vóru tó í einum dómsmansrætti í Føroya Rætti í gjár dømdir sekir og fingu 60 daga lutvíst treytaða fongsulsrevsing hvør.

Afturat fongsulsrevsingini blivu menninir útvístir úr Føroyum við einum innferðarbanni í 3 ár.

Báðir menninir tóku við dóminum. Menninir sita nú í varðhaldi til teir verða vístir av landinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo