Í gjár vóru tveir nýggir koronatilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Annar tilburðurin var staðfestur við komu til Føroya, hin tilburðurin er partur av kendari smittukeldu.
709 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 5 smittað í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo