Løgreglan í Møre og Romsdal í Noreg boðaði frá at fleiri høvdu trupulleikar í fjøllunum eftir herviligt illveður í dag.
Løgreglan skrivaði á Twitter klokkan 17.30 norska tíð í kvøld at tveir persónar doyðu av at toran sló niður á Melshornet í Møre og Romsdal.
Ein triði persónur er illa skaddur og er koyrdur á sjúkrahús, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo