Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðan ársskifti og eftir løgtingsvalið 2022, har Framsókn fekk eitt gott val, havi eg verið býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Eg tók sæti fyri forkvinnuna í Framsókn Ruth Vang, sum nú er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Sum oftast verður hildið, at tað at vera minniluti í einum býráði, kann vera ein politisk oyðimarkargongd, tí árin á avgerðirnar kann vera so sum so.

Sjálvandi eru altíð ósemjur millum meirlutan og minnilutan í einum býráð. Vit kunnu verða ósamd um arbeiðsgongdir og raðfestingar - og bylgjurnar kunnu ganga eitt sindur høgt við hvørt. Samstundis eri eg ovfarin av, hvussu samd vit eru á nógvum økjum og ein rúgva av avgerðum eru tiknar, við einum samdum býráði ella við breiðum semjum.

Nógvir pengar eru brúktir og koma at vera brúktir í komandi tíðum, tí Tórshavnar kommuna er í stórari menning. Nógv av tí sum er gjørt og sum er sett út í kortið, eru átøk sum betra serliga um infrakervið og har vita vit, at fáar íløgur, sum íløgur í infrakerverið, loysa seg so væl og kasta so nógv av sær, bæði á stutta og langa bananum. Hetta gerð tað arbeiðsligt hjá vinnulívi og handilslívini og ikki minst  tryggari fyri borgaran. Innkomuvegurin er eitt dømi um hetta, sum saman við Eysturoyartunnlinum kemur at víðka miðstaðarøkið munandi.

Loksins er eisini av álvara glið komið á kommunala útstykking, ið skal brúkast til ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, har meginparturin av borgarum í okkara kommunu, fara at megna, at fáa sær ein permanentan bústað, antin sum ogn ella til leigu.

Hinvegin kemst ikki uttanum at nøkur økir liggja á láni og har vit fáa at vita frá serfrøðini, at okkara  kloakkviðurskifti ikki eru tey bestu. Átøk eru ígongd at fáa hetta í rættlag, men samstundis eru tað økir við sjóvarmálanum í Havnini serliga, sum eru dálkaði so illa, at vandamikið er hjá fólki at ferðast har. Hetta er ikki gott nokk og skal raðfestast at gera nakað við, sum skjótast.

Eitt annað, sum skal gerast er, at gera viðurskiftini á dagstovnaøkinum og á eldraøkinum meira arbeiðslig. Vit hava met stóran mangul av fakfólki og hjálparfólki innan økið. Hetta er ikki nakað eindømi her í Havnini, men ein trupulleiki, sum næstan øll vælferðarsamfeløg í norðanlondum baksa við. Tórshavnar býráð, meirlutin og minni lutin eiga at standa saman um at betra um hetta bæði við smærri og størri átøkum. Sum dømi um hetta, er fyri fáum vikum síðan, sett fram uppskot (av undirritaðu og minnilutanum í Tórshavnar býráð), um at seta eitt fólk í dagstovnum, ið kann standa fyri einari matarskipan til okkara smáu. Hetta starvsfólk skal burturav taka sær av øllum, ið hevur við matin at gera, og skal ikki telja við í normeringini. Kemur hetta uppskot ígjøgnum, kemur hetta

1) at lætta um arbeiðstrýstið hjá starvsfólkunum

2) at lætta nógv um hjá foreldrunum og tey vita at barnið fær sunnan og frískan mat dagliga

3) serliga verður trivnaðurin millum børnini hægri, tí tey fara at fáa eina heilt ørvísi  og jaliga mataruppliving á stovninum.

Alt í alt, er mín uppliving av býráðsarbeiðinum, at Tórshavnar kommuna er væl við, hvat vælferðararbeiðinum sum heild viðvíkur og at Tórshavnar kommuna hevur eina atdráttarmegi fyri borgarin at búleikast í, umframt at handilslív og vinnulív eisini trívist.

Gott summar.

Súsanna Olsen, Framsókn

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo