Um tú leitar eftir tí fullkomna, verður tú ongantíð nøgdur
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Tvískattaavtalur, sum eru viðkomandi fyri Føroyar

Spurningar:
1. Ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at arbeiða fyri at knýta Føroyar uppí tær donsku tvískattaavtalurnar?

2. Um ja, hvørji lond verður hugsað um eru viðkomandi, og nær kann væntast, at málið kann loysast, og eitt úrslit spyrjast burturúr? Um nei, hvørjar eru orsakirnar til, at tað ikki verður gjørt?

Viðmerkingar:
Staðfest er, at búskaparliga haldførið hjá Føroyum er alt annað enn gott.

Fyri at skapa betri inntøkumøguleikar, heruppií menna seg á vinnuøkinum - bæði her heima og úti um landoddarnar, er ein av møguleikunum at knýta Føroyar uppí donsku tvískattaavtalurnar. Hetta hevur verið frammi nakrar ferðir hesa tingsetuna.

Vantandi tvískattaavtalur eru við til at avmarka og forða vinnuni og føroyingum í teirra virkisfrælsi, umframt at skapa ójavnaðari og verri kappingarstøðu. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 2. mai 2024
Eyðdis Hartmann Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo