40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú fáa íbúgvarnir niðast á Karlamagnusarbreyt møguleika at seta bilin frá sær, børnini fáa spælipláss, og grønu geirarnir verða varðveittir. Tórshavnar býráð hevur í kvøld játtað næstan 12 milliónur krónur til parkering, ferðslutrygd og trivnað við Karlamagnusarbreyt.

Býráðið hevur í kvøld samtykt at keypa tvey grundstykki á Karlamagnusarbreyt. Við hesum grundstykkjunum ber til at nøkta tørvin á parkeringsplássum á strekkinum millum Hoyvíkar Skúla og Atlagøtu, omanfyri Bónus. Harafturat hevur býráðið játtað pening til ferðslutrygd, spælipláss og gongugøtur í økinum – tilsamans 11,6 milliónir krónur.

Tað eru grundstykkini á Karlamagnusarbreyt 10 og 12, sum Tórshavnar kommuna í kvøld hevur fingið heimild at keypa. Tryggingarfelagið LÍV eigur grundstykkini, sum kommunan keypir fyri 4,6 milliónir krónur tilsamans. Talan er um grundstykki, sum LÍV upprunaliga hevur keypt frá privatum eigara. Við hesi íløguni fer kommunan at loysa stóra parkeringstrupulleikan á Karlamagnusarbreyt. Harumframt eru 7 milliónir krónur játtaðar til ferðslutrygd, trivnað og aðrar íløgur í økinum.

Parkering, ferðslutrygd og trivnaður
Kommunan hevur nýliga gjørt eina kanning av trivnaðinum við Karlamagnusarbreyt. Sum heild eru fólk nøgd við bústaðin hjá sær, men tey eru ónøgd við parkeringsviðurskiftini, ferðslutrygdina og tey sakna møguleikar til uttandura ítriv. Býráðið hevur í kvøld loyst stóran part av hesum trupulleikum.

Tørvurin á parkeringsplássum er størstur á niðaru helvt av Karlamagnusarbreyt. Metti tørvurin á hesum strekkinum er 180 parkeringspláss. Hesin tørvur verður nøktaður, nú kommunan fer at gera parkeringsøki á Karlamagnusarbreyt 10 og 12.

232 borgarar hava í sambandi við kanningina gjørt viðmerkingar til viðurskiftini við Karlamagnusarbreyt. Fleiri teirra vísa á, at ferðslutrygdin ikki er nóg góð, at økið manglar grønar geirar, og at spælipláss mangla í økinum.

Býráðið hevur lurtað eftir hesum ynskjum og hevur í kvøld samtykt at seta 3 milliónur krónur av til ferðslutrygd, gøtur og spælipláss í økinum. Harafturat eru 4 milliónir krónur settar av á íløguætlanini fyri 2021 hjá tekniska økinum, ið skulu bøta um viðurskiftini á Karlamagnusarbreyt. Harumframt er tøk játtan á fíggjarætlanini fyri 2020 til lendisgøtur í økinum kring Karlamagnusarbreyt.

Grønir geirar
Við at keypa grundstykkini á Karlamagnusarbreyt 10 og 12 slepst undan at brúka grønar geirar til parkeringspláss. Við hesi loysnini verður grøni geirin millum Myllutjørn, Hoyvíkar Skúla og Hoyvíkshøllina varðveittur til gleði fyri tey mongu børnini, sum hvønn dag fara til gongu í skúla ella til frítíðarítriv eftir gøtunum í økinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo