40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri tekn og súmbol frá seinna heimsbardaga eru aftur at síggja í Týsklandi í hesum døgum.

Eitt nú ganga fleiri týskarar við gulu jødastjørnuni, men á stjørnuni stendur ikki 'jude' sum tað gjørdi undir seinna heimsbardaga. Nú stendur 'Ungeimpft' sum merkir 'ókoppsettur'.

Serligi ráðgevin hjá týsku stjørnini ímóti antisemitismu, Felix Klein, sigur við Tagesspiegel, at hann heldur, tað eigur at verða bannað at brúka jødastjørnuna á henda hátt.

- Tá fólk, sum vilja gera vart við sína misnøgdi við eitthvørt, brúka sonevndar jødastjørnur og harvið gera samanberingar við Holocaust, so eigur tað at verða bannað, sigur hann við avísina.

Myndugleikarnir í München í landslutinum Bayern hava tikið málið í egnar hendur, og hava longu bannað fólki at bera jødastjørnuna.

- Eg vóni bara, at aðrir landspartar gera tað sama, sigur Felix Klein.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo