Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið:  U17/U18 landsliðini fyri gentir og dreingir í flogbólti eru úttikið. Landsliðini skulu til kapping í døgunum 16. - 18. oktober.

Kappingin, sum verður í Ikast í Danmark í døgunum 16. - 18. oktober er bæði ein NEVZA kapping fyri U17 landslið og ein CEV-Eurovolley U18 undankapping. Vinnarin av kappingini gerst NEVZA meistari og fer víðari til næsta umfar í undankappingini, har endaumfarið verður í juli og august 2024. Talan er um leikarar, sum eru føddir í 2007 og seinni.

NEVZA kappingin verður hildin hvørt ár í oktober og annað hvørt ár er kappingin eisini skipað sum ein CEV-Eurovolley undankapping.

Luttakandi londini í NEVZA eru norðurlondini umframt England.

Høvuðsvenjarin hjá gentunum, Tereza Kerpcarová og hjálparvenjarin Lena í Buð, hava úttikið hesar 12 genturnar at umboða Føroyar:

2. Arina Joensen (KÍF)

3. Maia á Lakjuni (Ternan)

4. Eva Kallsberg Joensen (TB)

5. Savanna Onghamar (Fleyr)

6. Ranja Magnussen (TB)

7. Halla Haraldsen (SÍ)

8. Sólbjørg Jóhansdóttir (SÍ)

9. Maria Teresa Vitalis (Mjølnir)

11. Marjun á Mýrini (Dráttur)

14. Elisabet Nattestad (Dráttur)

15. Miriam J. Karlsdóttir (Fleyr)

16. Ása Thorkildshøj (KÍF)

Høvuðsvenjarin hjá dreingjunum, Vukasin Nedeljkovic og hjálparvenjarin, Rógvi Nielsen, hava úttikið hesar 12 dreingirnar at umboða Føroyar:

1. Óli Hvítklett (SÍ)

2. Bjarki Ryggshamar (ÍF)

3. Kristian Bjarnason (ÍF)

4. Rógvi Reynstind (SÍ)

5. Bjørn Mohr (ÍF)

9. Lukas Poulsen (SÍ)

10. Hákun Nón (ÍF)

11. Matheo Eystberg (SÍ)

12. Róar í Haraldstovu (SÍ) (vantar á myndini)

13. Jóhannes Johansen (Ternan)

14. Rani Ákason (ÍF)  (vantar á myndini)

15. Kristian í Túni Nielsen (Ternan)

Ferðalagið við báðunum liðunum fer úr Føroyum Sunnudagin 15. oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo