Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Ungu kvinnurnar fóru avstað við Atlantsflog tíðliga í morgun.

Eins og mennirnir, skulu kvinnurnar luttaka í undankappingini í Rovaniemi í Finnlandi fyri U20 landslið og í U19 kappingingi fyri NEVZA økið, sum er norðurlond og Ongland.

Føroysku U20 kvinnurnar eru komnar í innleiðandi bólk saman við Danmark, Svøríki og Onglandi. Føroyar leika fyrsta dystin fríggjadain 27. oktober kl. 08.00 føroyska tíð ímóti Svøríki. Næsti dysturin verður leiktur kl. 14.00 føroyska tíð. Vinna Føroyar á Svøríki skal leikast um 1. plássið í bólkinum ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Danmark og Ongland. Um Føroyar hinvegin tapa, skal leikast um 3. plássið í bólkinum í móti taparanum av sama dysti.

Fjórðingsfinalur, hálvfinalur og fyrstu plaseringsdystirnir verða síðani leiktir leygardagin 28. oktober, ímeðan finalur og síðstu plaseringsdystirnir verða leiktir sunnudagin 29. oktober.

Dystirnir kunnu síggjast á: https://live.lentopallo.fi/nevzau19 Kostnaðurin er 16,9 EUR fyri alla kappingina.

Høvuðsvenjarin Annika á Stongum og hjálparvenjarin Veselin Ðurovic, hava úttikið hesar kvinnur til dystirnar:

1. Anja Sólja Niclasen SÍ
2. Ása Thorkildshøj, KÍF
3. Brima Sólstein, Fleyr
4. Lív Bára Hansen, Fleyr
5. Marita Heinadóttir, Fleyr
6. Nicola Toftegaard, Mjølnir
7. Sofía Edvinsdóttir, SÍ
8. Sólbjørg Johnsdóttir Høgnesen, SÍ
9. Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
11. Sofía Weihe Simonsen, SÍ
15. Miriam Karlsdóttir Johannesen, Fleyr
16. Bára Leonsson Mouritsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo