Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Í døgunum 27. - 29. oktober leikar U20 landsliðið hjá monnum CEV-undankapping í Rovaniemi í Finnlandi.

Hendan undankappingin er samstundis U19 NEVZA kapping, so talan er í veruleikanum um eitt U19 og eitt U20 landslið - alt eftir um mált verður eftir aldursbólkinum til CEV undankappingina, har finaluranr verða leiktar í 2024, ella um mált verður eftir NEVZA kappingini, sum verður leikt nú í 2023. NEVZA kappingin er á hvørjum ári, ímeðan undankappingin verður skipað annaðhvørt ár.

Føroyska liðið er komið í ein sera sterkan innleiðandi bólk og skal fríggjadagin 27. oktober leika ímóti Svøríki og Finnlandi. Fyrsti dysturin verður longu kl. 8.00 finnska tíð ímóti Svøríki. Hetta er kl. 6.00 føroyska tíð. Næsti dysturin er ímóti sera sterka liðnum úr Finnlandi. Hesin dysturin verður kl. 12 føroyska tíð. Fjórðingsfinalur og hálvfinalur verða síðani leygardagin 28. oktober og finala og plaseringsdystir sunnudagin 29. oktober.

Dystirnir kunnu síggjast á: https://live.lentopallo.fi/nevzau19 , har tað tó kostar 16,9 EUR fyri alla kappingina.

Høvuðsvenjarin, Boban Ilic (standandi uttast til høgru) og hjálparvenjarin Oleksandr Dmytirrev (standandi uttast til vinstru) hava úttikið hesar dreingirnar til kappingina:

Nr. 9. Elias E. Petersen (SÍ)

Nr. 14. Hákun Nón (ÍF)

Nr. 5. Filip Ilic (ÍF)

Nr. 12. Róar í Haraldsstovu (SÍ)

Nr. 4. Rani Ákason (ÍF)

Nr. 10. Vuk Ilic (ÍF)

Nr. 13. Harry Højgaard (Ternan)

Nr. 2. Adrian Lind Jacobsen (Ternan)

Nr. 3. Árni Lamhauge Mohr (ÍF)

Nr. 15. Silas Poulsen (SÍ)

Nr. 1. Lukas Poulsen (SÍ)

Nr. 11. Matheo Eystberg (SÍ)

Ferðalagið fer avstað við Atlantsflog tíðliga í morgin, 26. oktober.

Hetta er annars síðsta ferðin á hesum sinni, at U19/U20 kappingarnar verða í Rovaniemi, tí frá 2024 verða hesar kappingar skipaðar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo