Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hetta verður fyrsta ferðin, at føroysk landslið í flogbólti fara at luttaka í CEV EuroVolley undankappingum, og tí er hetta nakað serligt fyri føroyskan flogbólt. Í August verða tað so føroysku A-landsliðini við kvinnum og monnum, sum skulu í eldin, 

U21 landsliðið hjá kvinnum og U22 landsliðið hjá monnum fara í døgunum 19. – 21. mai til CEV EuroVolley undankappingar. Ætlandi skuldu menninir til Bulgaria at dystast ímóti Bulgaria, Fraklandi og Ungarn, men hetta er nú broytt. Orsakað av krígnum í Ukraina eru Russland og Hvítarussland útihýst frá kappingum hjá CEV, og tí eru bólkarnir settir saman av nýggjum.  

Ungu menninir fara nú til Lettlands, og har fáa teir sera harða mótstøðu, tí mótstøðuliðini verða Lettland og Serbia.  

Ongin broyting er fyri føroysku U21-kvinnurnar. Tær fara til Eysturríkis at dystast ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael. 

Øll mótstøðuliðini eru sera sterk. Serliga Serbia og Bulgaria kunnu tó takast fram sum tvær av fremstu tjóðum í evropeiskum flogbólti fyri bæði kvinnur og menn. 

Venjaratoymini við Lars Engell og Kristian Mikkelsen fyri kvinnurnar og Jens Bang og Suni Hansen fyri menninar arbeiða í løtuni við hópunum, sum verða úttiknir í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo