Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyri fyrstu ferð hevur Ukraina oyðilagt minst eitt strategiskt russiskt bumbuflogfar í sjálvum Russlandi, skrivar NRK.

Russiska verjumálaráðið hevur váttað at ein herstøð í Novgorod var álopin leygardagin.

Og nú koma so fráboðanir um at álopið var nógv meira álvarsamt enn tað sum russiska verjumálaráðið viðgongur.

Russiskir herbloggarar hava um vikuskiftið almannakunngjørt myndir sum vísa at minst eitt strategiskt bumbuflogfar av slagnum TU -22M3 brennur á flogvøllinum Soltsy.

Sambært russiska herbloggaranum sum kallar seg grey zone, kann hugsast at tað eru ukrainskir partisanar sum hava framt álopið. Teir virka djúpt inni í Russlandi og kunnu senda dronur móti russiskum herstøðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo