40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Spenta støðan á markinum ímillum Russland og Ukraina gjørdist eitt vet spentari í gjár, tá amerikanskar fregnartænastukeldur lótu Nato vita, at eitt stórkríggj í Europa nú er komið enn eitt stig nærri.

- Vit eru í eini tíð nú, har ein russisk innrás kann byrja hvørja løtu, ella tá Putin forseti tekur avgerð um tað, ávaraði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken um í gjár.

Seinni tosaði hann í telefon við russiska starvsbróðirin, Sergej Lavrov, í eini roynd at sannføra russar um at halda fram við diplomatisku royndunum at finna eina loysn.

Eisini forsetarnir báðir, Joe Biden og Vladimir Putin tosaðu í yvir ein tíma í telefon. Tað sum partarnir báðir síðani hava fráboðað eftir telefonfundin er tó sera ymiskt.

Ímeðan Hvítu Húsini leggja dent á, hvørjar avleiðingarnar verða fyri Russland um ein innrás kemur í Ukraina, so tosar Kreml um, at hýsteríið hjá vesturheiminum hevur ongantíð verið størri enn nú. Ein russisk innrás er púra óhugsandi, sigur Russland, sum nú hevur yvir 130.000 hermenn standandi til reiðar við ukrainska markið.

Sambært New York Times hevur USA fingið fatur í upplýsingum sum benda á, at Russland ætlar at seta gongd á innrásina mikudagin. Um hetta er ein partur av tilætlaðu, sálarfrøðiligu herferðini frá russiskari síðu ber bert til at gita um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo