Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nazisman skal bukast úr ukrainskum hermonnum, sum verða tiknir til fanga av Russlandi. Tað fáa russisku fangavørðarnir at vita frá sínum yvirmonnum, og teir taka tað heilt bókstaviliga. Tað hava fleiri ukrainar sagt við vesturlendskar miðlar, millum annað BBC.

Nevaslag í nýruni, bringuna ella andlitið, elektriskan stoyt og buking við metalrørum er nærum gerandiskostar fyri fleiri av teimum 10.000 ukrainsku krígsfangunum, sum eru ymsastaðni í russiskum fongslum.

Ein teirra er 27 ára gamli loytnanturin Artem Seredinak, sum eftir at hava verið krígsfangi í útivið eitt ár bleiv útflýggjaður aftur til Ukraina sum partur av eini umbýtingaravtalu.

Í februar 2023 segði fyrrverandi russiski hermaðurin Konstantin Yefremov sína søgu, fyri The Guardian, sum í stóran mun váttar tað sum fyrrverandi ukrainski krígsfangin fortelur.  Konstantin Yefremov var stutt frammanundan flýggjaður úr russiska herinum, eftir hertænastu í tríggjar mánaðar í Ukraina.

- Eg havi sæð, hvussu illa vit fara við ukrainskum hermonnum, og eg eri glaður um, at eg endiliga eri sloppin burtur úr hesum, segði hann tá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo