40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Í býarpartinum Bnei Brak í Tel-Aviv eru 95% av íbúgvunum ultraortodoksir jødar. Og har siga rabinararnir, at torain verjir og frelsir teir. Tí hava teir ikki fyri neyðini at lurta eftir myndugleikunum. Avleiðingin er, at smittan spjaðir seg við rúkandi ferð, og um vikuskiftið er talið á smittaðum 8-faldað. Í býarpartinum Ramat Gan, sum liggur beint við síðuna av, og har vanligir ísraelsmenn búgva, er talið av smittaðum samstundis tvífaldað.

 

Myndugleikarnir góvu fyrst í mars boð um at stongja allar skúlar og synagogur, og tá tey ultraortodoksu ikki hava viljað fylgt boðunum hava politistalið seinastu dagarnar syrgt fyri at boðini verða hildin. Bøtur uppá 5.000 sheklar (einar 12.000 kr) eru útskrivaðar.

 

Ultraortodoksu jødarnir hava lítlan hug at gera nakað annað enn tað, sum siðir og skriftir tilskila, og hava í heila tikið stikni til øll sløg av ávirkan uttanifrá, eins og tíðindi um tað sum hendir í samfelagnum hava lítlan áhuga. Tað skapar øði ímillum aðrar ísraelittar, og fleiri politikarar hava kravt, at býarpartar sum Bnei Brak verða avbyrgdir frá restini av landinum.

 

Forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í gjár, at tey ultraortodoksu við sínum atburði seta vælferðina hjá meirilutanum í landinum í váða. Sjálvur er hann farin í sóttarhald, tí ein av ráðgevunum hjá honum, ein ultraortodoksur jødi, er vorðin sjúkur.

 

(kelda: Jyllandsposturin)

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo