40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um vantandi svar og ónøktandi byggimálsviðgerð hjá Tórshavnar kommunu.

Umboðsmaðurin helt tað als ikki vera nøktandi, at Tórshavnar kommuna hvørki svaraði einari klagu um eitt byggimál ella áminningarskrivum um tað sama. Ikki fyrr enn klagarin boðaði Tórshavnar kommunu frá, at hann ætlaði at klaga til Løgtingsins umboðsmann fekk hann svar.

Tá hevði klagarin bíðað eftir svari frá Tórshavnar kommunu í yvir 3 ár.

Umboðsmaðurin helt tað eisini vera sera átaluvert, at Tórshavnar kommuna sum eftirlitsmyndugleiki í kommunalum byggimálum, ikki fór undir veruliga viðgerð av klagumálinum fyrr enn yvir 2 ár aftaná at kommunan á fyrsta sinni hevði skoðað umrødda byggimál.  

Umboðsmaðurin gav Tórshavnar kommunu eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum og kunnaði sambært § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini formansskapin í Løgtinginum, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum um málið.

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo