Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan: Stovnandi limirnir í Burðardygt Vinnulív og Umhvørvisstovan samstarva um at gera tað lættari hjá fyritøkum í Føroyum at seta sær mál og at minka um teirra CO2 útlát. Hetta verður gjørt við at geva út eitt CO2 rokniamboð, sum verður tøkt á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni í desember 2022, ókeypis og frítt hjá øllum at brúka.

Vit kunngera CO2 roknaran samstundis sum leiðarar kring allan heim í hesum døgum hittast á veðurlagsráðstevnuni COP27 í Egyptalandi fyri at byggja víðari á úrslitið av COP26 í Glasgow í fjør um at seta í verk átrokandi átøk fyri at minka CO2 útlátið og tálma veðurlagskreppuni.

Endamálið við CO2 rokniamboðnum er at hjálpa fyritøkum í at útrokna og síðani minka sítt CO2 útlát fyri at ganga vísindaligum metingum á møti um at hálvera CO2 útlátið í 2030.

Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, sigur: “At geva feløgum møguleikan at rokna og minka sítt CO2 útlát er eitt umráðandi stig á leiðini í at tálma veðurlagsbroytingunum. Vit vóna, at hetta nýggja rokniamboðið fær fleiri fyritøkur at fara í gongd.”

Johannes Jensen, nevndarformaður í Burðardygt Vinnulív sigur: “Vit eru fegin um samstarvið við Umhvørvisstovuna um at menna eitt CO2 rokniamboð, sum vit vóna við tíðini fer at økja um gjøgnumskygni í grønum roknskapum hjá føroyskum fyritøkum.”

Viðmerkingar ritstjórans: Tær tólv stovnandi fyritøkurnar eru: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.

Faroese Environment Agency and businesses announce collaboration on climate  
The founding members of Burðardygt Vinnulív and the Faroese Environment Agency have committed to making it easier for businesses in the Faroe Islands to reduce their CO2 footprint through the launch of a free-to-use GHG reporting tool which will be made accessible on their website in December.
The announcement comes as officials from around the world convene at COP27 in Egypt to build on the outcomes of COP26 to deliver action on issues critical to tackling the climate change emergency.

The tool aims to support businesses in measuring and reducing their GHG emissions in order to meet proposal from scientists to halve CO2 emissions by 2030.
Sigurð í Jákussptovu, CEO of the Faroese Environment Agency said: “Empowering organisations to measure and reduce their CO2 footprint is an important first step in mitigating climate change. We hope this new tool will prompt more businesses to take action.” 

Johannes Jensen, Chairman of Burðardygt Vinnulív said: “We are happy to be working with the Environment Agency on this important collaboration, which we hope will ultimately will also increase transparency in corporate reporting.”
-
Editors notes:: The twelve founding companies of the initiative are: Bakkafrost, Betri Banki, Effo, Faroe Ship, Føroya Tele, Gist og Vist, JT Electric, KJ Hydraulik, MBM, P/F Poul Michelsen, SMJ og Vónin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo