40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroysk Dagstovnanámsfrødi: Við at finna inn til kjarnuna í gerandisnámsfrøðini fara vit eisini at síggja, hvat eyðkennir námsfrøðina í Føroyum. Tað sigur Elin N. W. Tausen, námsfrøðingur. Hon er við í áhugabólkinum, ið er farin at greina námsfrøðina á dagstovnum í Føroyum.

Hvat er professjonell dagstovnanámsfrøði i Føroyum? Er hon øðrvísi enn í okkara grannalondum? Og er hon tann sama í ymsu økjunum kring landið?

Hesar spurningar er áhugabólkurin, Dagstovnanámsfrøði í Føroyum, nú farin at kanna nærri. Bólkurin, sum virkar undir Føroya Pedagogfelag, ætlar sær at útgreina, hvat tað er, sum eyðkennir námsfrøðina á dagstovnum í Føroyum.

Endamálið er at gera námsfrøðina sjónliga – bæði fyri námsfrøðingum sjálvum og í samfelagnum. Bólkurin skal byrta upp undir samrøður og kjak um dagstovnanámsfrøði, og so skal hann eisini kveikja áhuga og menna vitanina um hetta evnið.

Sammett við onnur yrki er námsfrøði nevniliga eitt lutfalsliga nýtt yrki í Føroyum. Og tað er sjáldan sett orð á, hvat námsfrøðin á dagstovnunum í Føroyum tekur støði í.

Mentanin ávirkar
- Hvat er øðrvísi í Føroyum? Ella er tað øðrvísi? Tað vita vit ikki neyvt. Men vit hava eina aðra tilgongd í Føroyum, sum helst er merkt av okkara mentan og okkara tilgongd til tað ymiska í samfelagnum, sigur Elin N.W. Tausen, námsfrøðingur, sum er ein av nevndarlimunum í áhugabólkinum.

Ætlanin er at hava fýra fundir um ári kring landið, har námsfrøðingar á dagstovnum hittast at tosa um dagstovnanámsfrøði og teir tankar, sum liggja aftan fyri gerandisnámsfrøðina.

Nógv evni á skránni
Fyrsti fundurin var í Áarlon í Kvívík seinast í februar við umleið 30 luttakarum. Næstu fundirnir skuldu vera í vár, men eru útsettir til í summar orsakað av korona.

Á fyrsta fundinum vóru fleiri evni umrødd, m.a. fleksibilitetur, glað børn, rúmligheit, at vera nærverandi, brúk av nærumhvørvinum og praktiskar avbjóðingar og –loysnir í gerandisdegnum, eitt nú hvussu loysa stovnarnir avbjóðingar við gloymdum skiftiklæðum og matpakkum. 

Hetta kann kanska tykjast øgiliga lágpraktiskt, men at handfara ein gloymdan matpakka ella gloymd skiftiklæðir á ein smidligan hátt hevur eisini nakað menniskjansligt dannandi í sær. Ein rúmligheit sum kann speglast aftur í børnunum.  
 
Fleksibilitetur
Elin N. W. Tausen heldur, at fleksibilitetur er eitt gott boð upp á nakað, sum eyðkennir professjonellu námsfrøðina á dagstovnum í Føroyum. Og hetta er eisini ein spegling av samfelagnum og mentanini – vit eru von við, at ætlanir mugu broytast í knappari vend, millum annað orsakað av veðrinum. 

At vera nærverandi og finna loysnir er professjonalisma.

- Summi eru bangin fyri, at vit bara eru fitt og lagalig - og at so eru vit ikki professjonell. Men okkara professjonalisma er at síggja loysnir. Eg kann hava eina ætlan fyri, hvat eg skal á arbeiðsplássinum, men tað verður broytt alla tíðina. Styrkin hjá okkum er, at vit kunnu lofta næstan øllum, sum vit møta gjøgnum ein arbeiðsdag og tillaga námsfrøðiliga innihaldið til nýggju avbjóðingina.
 
Ikki kopiera ókritiskt
Elin N. W. Tausen er sannførd um, at arbeiðið at greina og seta orð á dagstovnanámsfrøði í Føroyum fer at hava sera stóran týdning fyri bæði børn og námsfrøðingar.

- Ja, tí vit fara at gerast meira tilvitað um okkara leiklut. Sum námsfrøðingur havi eg ábyrgdina av góðskuni í relatiónini til barnið á stovninum. Samrøðurnar í áhugabólkinum gera meg enn meira tilvitaða um mín egna leiklut í relatiónini. At hoyra onnur, sum brenna fyri fakinum, greiða frá teirra námsfrøðiligu virðum og hvussu tey arbeiða, ger meg enn meira tilvitaða um mína egnu praksis og tað virksemi, vit hava á dagstovnum í Føroyum. 

Við at finna fram til kjarnuna, hvussu námsfrøðin verður praktiserað á dagstovnum í Føroyum, fer tað at bera til at síggja okkara styrkir, og hvat virkar væl í Føroyum, heldur hon.

- Okkara myndugleikar hyggja nógv eftir, hvussu mann ger í Danmark. Men vit mugu vera sera tilvitað um, at vit kunnu missa nógv við ókritiskt at kopiera tað, sum onnur gera. Onkur sigur, at vit hava ikki nakra serliga dagstovnanámsfrøði í Føroyum. Men lat okkum so fyrst finna útav, um vit hava nakað serligt, áðrenn vit oyðileggja tað.

Meira frælsi
Elin N. W. Tausen luttekur viðhvørt á ráðstevnum uttanlands, og frá teimum ráðstevnunum hevur hon varhugan av, at vit í Føroyum hava nakað serligt, sum námsfrøðingar aðrastaðni leingjast eftir.

- Tað er frælsið. Vit eru ikki so neyvt stýrd og regulerað av myndugleikunum, sum nógv eru aðrastaðni. Og hetta gevur frælsi til at arbeiða við námsfrøði á ein djypri hátt. Okkara gerandisnámsfrøði tekur støði í tørvinum hjá barninum - vit kunnu siga, at barnið er námsætlanin.

Í arbeiðinum við dagstovnanámsfrøði í Føroyum ætlar áhugabólkurin eisini at fáa orðið á eldra ættarliðið av námsfrøðingum. At hoyra tey, sum vóru við í arbeiðinum at byggja námsfrøðina upp í Føroyum í 70´unum og 80´unum, fyri at vita, hvussu tey arbeiddu tá.

Ger námsfrøðingar sterkari
Tað kann væl hugsast, at fundirnir um dagstovnanámsfrøði fara at geva onkrum íblástur til at fara í gongd við gransking um dagstovnanámsfrøði í Føroyum, heldur Elin N. W. Tausen. 

- Í løtuni hava vit fleiri spurningar enn svar. Á fundunum læra vit frá hvørjum øðrum og víðka sjónarringin. Vit hava fyrst tosað nógv um, hvat vit gera í praksis. Og so grava vit djypri niður í, hví vit gera, sum vit gera.

Elin N. W. Tausen er sera fegin um, at arbeiðið at greina dagstovnanámsfrøði í Føroyum er farið í gongd. Fyrsti fundurin í Kvívík var ógvuliga gevandi og setti nógvar tankar í gongd. Sjálv upplivir hon, at hesir eftirtankarnir vóru við til at menna hennara tilvitan um, hvussu hon handfer ymiskar støður til arbeiðis og hví, hon ger sum hon ger.

- Eg havi hugsað um, hvussu nógv eg í veruleikanum brúki mítt fak. Slíkt sum tú ikki vanliga hugsar um í gerandisdegnum, sigur hon. Eftir hennara tykki fer hetta greiningararbeiðið at gera námsfrøðingar sterkari og meira tilvitaðar um sítt fak.

Allir limir í Føroya Pedagogfelag, eisini hvílandi limir, kunnu gerast partur av áhugabólkinum. Tilmelding kann gerast við at senda teldupost til dagstovnanamsfrodi@gmail.com 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo