40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag er møguligt at fáa stuðul til fiskivinnugransking frá Granskingarrráðnum og frá Fiskivinnugransking.

Sum serkønur í Granskingarráðnum er Petur Steingrund valdur í nevndina.

Formaður í nevndini, sum letur stuðul vegna Fiskivinnugransking, er Eilif Gaard.

Tað er onki at ivast í, at báðir tveir eru skilagóðir og at teir eru serkønir á økinum. Tað verður ringt at finna nakran betri.

Trupulleikin er, at teir eisini bestemma so nógv á Havstovuni, at tað kann hugsast at gransking manglar fjølbroytni.

Við tíðini verður tað bara ein meining og tað plagar ikki at enda væl.

Somuleiðis er Havstovan partvís fíggja við granskingarstuðli og tað kann verða ein spurningur um gegni.

Um tað er onkur annar og betri máti at gera tað, veit eg ikki. Men tað er ikki ein sjálvfylgja í lítlum landi, at tað er ovmikið av fólki at velja ímillum.

Royndarloyvir
Ein annar trupulleiki er útlutan av royndarloyvum. Nógvir skipa- og bátaeigarar tosa við Havstovuna, fyri at fáa Havstovuna at gera royndir á stongdum leiðum.

Teir rokna við, at har er fiskur, og sjálvandi ynskja teir sjálvir at gera hesar royndir. Tað eru fleiri óhepnar avleiðingar av hesum.

Ein er, at til ber at gita og halda, at teir sum best kenna tey røttu, fáa royndarloyvir fram um onnur.

Tað finnast ongi prógv fyri, at hetta er soleiðis. Men eg havi hoyrt menn gita, at tað er soleiðis.

Hetta viðførur eisini, at fyri at verða í krit-húsinum, má roknast við, at tað ikki er skilagott at kritisera Havstovuna og stovnsmetingar.

Tí er náttúrligt, at menn eru varnir við at siga sína meining og teir siga hana ikki hvar sum helst.

Tá fær Havstovan færri upplýsingar enn annars.

Somuleiðis verður meiningin, hjá teimum sum fiska, um rættleikan av stovnsmetingum, heldur ikki almenn.

Av tí at royndarloyvi er ein inntøkukelda og ikki ein útreiðsla, noyðist Havstovan at deila út, soleiðis at øll fáa eitt sindur.

Til dømis síggja vit, at tað ikki eru teir, sum eru best kendir á Føroya Banka, sum hava fingið royndarloyvi.

Tí fáa vit færri upplýsingar, enn vit annars kundu fingið.

Bankatoskur frá yvirlitstrolingum verður latin ávísari matstovu. Matstovan er atknýtt einum miðli.

So har verða eisini áhugamál, tó at tey eru fyri onki at rokna ímóti diskursinum í KVF, sum Øssur Wintherheig bleiv ákærdur fyri at oyðileggja, við at gera samrøðu við Hans í Líðini.

Til tey, sum onki vita um royndarloyvir og granskingarstuðul, skal eg skoyta uppí, at støðan er á góðari leið og at tað ikki er neyðugt at leypa á leistum.

Havi við hesum víst á vansar við royndarloyvum og granskingarstuðli. Hesir vansar kunnu ávirka stovnsmetingar og veiðu. Men vit búgva í einum lítlum landi og tá eru fá alternativ og okkurt noyðast vit at liva við.

Skulu vit fáa sum mest burtur úr, noyðast vit at vita hvørjir vansar eru við okkara skipan, og taka hædd fyri hesum, soleiðis at úrslitið í longdini verður tað besta.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo