40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Føroyska umbønin um at koma uppí felags evropeiska loftferðslusamstarvið ECAA (European Common Aviation Area) er steðgað upp í danska ferðslumálaráðnum. Tað váttaði ferðslumálaráðharrin Hans Christian Schmidt í svari til Magna Arge, men hann sigur onki um, hví málið er steðgað upp. 

Tá ES kommiserurin fyri flutning, Violeta Bulc, vitjaði á fólkatingi fyrr í ár, greiddi hon frá, at málið um at fáa Føroyar uppí hetta samstarvið ongantíð var komið á hennara borð.

Tí spurdi Magni Arge sum fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi Hans Christian Schmidt, flutningsmálaráðharra, hvat tað er, sum forðar fyri, at Føroyar gerast partur av ECAA. 

Ráðharrin greiðir í sínum svari frá, at hetta er eitt mál, sum føroyskir og danskir myndugleikar hava roynt at finna eina loysn á, og at loysnin liggur í, at eitt ískoyti verður gjørt í ECAA sáttmálan, so hann eisini fevnir um Føroyar.  

ES hevur víst á gongdar leiðir og áhuga fyri at fáa hetta í lag, og tað hava føroyskir myndugleikar eisini. 

- Málið um at veita føroyskum feløgum umstøður at virka á øðrum marknaðum, hevur fingið serliga stóran týdning nú, tá útlendsk feløg hava boðað frá, at tey ætla sær at virka á føroyska marknaðinum, sigur Magni Arge, sum heldur tað verða púra óskiljandi, at málið ikki er avgreitt tí tað hevur verið til viðgerðar í skjótt 10 ár.

Avbjóðingarnar vaksa
Samstundis sum tað vísir seg at ganga øgiliga seint at fáa avgreitt marknaðaratgongdina fyri føroysk feløg uttanlands, so er Danmark saman við øðrum ES londum farið undir eina miðvísa tilgongd at skipa nýggjar loftferðsluavtalur við onnur lond, men uttan at tryggja Føroyum og Grønlandi somu rættindi, hóast loftferðslumál eru danskt málsøki. 

Í summum førum fáa Føryar ongi rættindi og í øðrum førum eru tey fevnd av eldri avtalum, sum ikki eru eins umfatandi og nýggju avtalurnar. 

Hans Christian Schmidt, ferðslumálaráðharri, hevur lagt nógva orku í at greina loftferðsluspurningar, og skuldi eftir ætlan leggja fram eina ætlan fyri menning av loftferðslu fyri fólkatingið í næstum. Um føroysk áhugamál verða tikin við og hvørja lagnu ætlanin fær, veit ongin at siga í dag, tí tað er ikki vist, at Hans Christian Schmidt heldur fram sum ráðharri í nýggju stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen, sum verður kunngjørd á Amalienborg fyrrapartin. 

Fyrispurningarnir og svarini kunnu síggjast her og her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo