40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Í vikuni varð staðfest ein lægd á Ovara vølli, sum bendi á trupulleikar við undirlendinum. Av tí at Havnará rennur undir vøllinum, varð lokarennan, sum áin rennir í, kannað. Staðfest er hol í síðuvegginum har, sum lægdin á vøllinum er, og at tilfar er runnið undan vøllinum.

Lokarennan verður nú umvæld, og undirlendið á vøllinum, har lægdin er, verður gjørt av nýggjum. Hetta verður alt liðugt síðst í næstu viku.

Nýtt graslíki er júst lagt á vøllin. Ábending er um, at vøllinum tørvar meira gummigranulat, so at vøllurin er á nøktandi stigi til bóltspæl. Kommunan hevur í hesum sambandi bílagt meira gummigranulat, sum verður í Føroyum um 2-3 vikur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo