40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dagurin í dag gjørdist ein heilt serligur dagur í føroyskari rættarsøgu.

Føroya Rættur hevur í dag ógildað eina lógargrein, sum løgtingið samtykti í 2016.

Dómurin er ein áminning um, at tað hóast alt er eitt mark fyri, hvat okkara løgting kann samtykkja av lógum og reglum.

Tað var undanfarna samgonga við Høgni Hoydal, fiskimálaráðharra, sum trumfaði hesa lóg ígjøgnum.

Hetta gjørdi tásitandi samgonga, hóast landsstýrið varð væl og virðiliga ávarað um avleiðingarnar av uppskotinum, bæði av síni egnu umsiting og av umsitingini í Løgtinginum.

Boðini frá umsitingini vóru púra greið.

Bleiv lógin samtykt, kundi hon hava við sær endurgjaldsskyldu fyri landskassan.

Dómurin staðfestur, at lógin um fiskiskapin fyri 2016 er í stríð við heilt grundleggjandi rættarprinsipp.

Løgtingið kann nevniliga ikki gera seg inn á privat ognarrættindi uttan sakliga grund.

Hetta er eisini ásett í europeiska mannarættindasáttmálanum.

Dómurin staðfestur eisini, at løgtingið við samtyktini frá 2016 breyt grein 11 í mannarættindasáttmálanum.

Í hesum konkreta førinum høvdu partarnir á arbeiðsmarknaðinum ein sáttmála sum ásetti, at reiðarar kundu trekkja útreiðslur til keyp av kvotum á uppboðssølu frá í avrokning síni til manningina.

Høgni Hoydal helt seg kunna skúgva privatrættarlig rættindi sambært avtalu á arbeiðsmarknaðinum til viks við eini lógarbroyting.

Fyri meg sum løgfrøðing bleiv eg skelkaður av løgtinginum, tá lógin bleiv samtykt í 2016.

Tí lógaruppskotið var eftir míni metan klokkuklár valdsmisnýtsla fyri opnum skermi.

Føroya Rættur sigur klokkuklárt og treytaleyst, at lógargreinin er ógildig.

Eftir situr landskassin við einum møguligum endurgjaldskravi, sum verður mett at liggja um 60 mill. kr.

Málið er eftir míni metan serstakliga álvarsamt. Eingin ivi um tað.

Christian Andreasen, løgtingsmaður
Fólkaflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo