40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Sláið Ring – Ung í Dansi: Vikuskiftið 10. til 12. septembur 2021 verður skipað fyri tiltakinum »Ung í Dansi« í Mikladali. Her møtast ung í aldrinum 12 til 30 ár at dansa føroyskan dans saman. Tað er ungdómsfelagið í Sláið Ring – Ung í Dansi – ið skipar fyri. Hetta hevur verið afturvendandi tiltak í fleiri ár, føroyskum dansi at frama. Vit møtast sum vanligt til eitt vikuskifti við nógvum dansi, spølum og hugna sum heild. Vit fara onkran túr og eisini kemur onkur at fortelja um eitthvørt viðvíkjandi føroyskum dansi.

Tiltakið er rúsfrítt og ókeypis!

Til ber at tekna seg við at skriva eini privatboð til Inga B. Davidsen á Facebook, ella við at skriva ein teldupost til ingi.b.davidsen(at)gmail.com

Seinasta freist at tekna seg er 6. september 2021. Nærri kunning viðv. ferðing o.ø. kemur seinni á https://sr.fo Eisini verður aðalfundurin hjá felagnum Ung í Dansi leygarkvøldið 11. september 2021 í Mikladali. 

--- 

Ung í Dansi er landsfelag við tí endamáli at fremja føroyskan dans millum børn og ung. Her kunnu børn og ung í aldrinum 12 til 30 ár møta øðrum, ið eisini hava áhuga fyri føroyskum dansi. Tey dansa saman, fara útferðir, spæla spøl og hava annan hugna, og er hetta við at stimbra hugin til dansin, styrkja samanhaldið, og verða nógv vinarbond knýtt. Í summar vóru 30 børn og ung t.d. uttanlands á frálíkari dansistevnu í Brønderslev. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo