Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tað eru serliga tey ungu, ið hava fingið orðið í Fótbóltsblaðnum 2022 - Mynd: Hans Erik Danielsen

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericsonn prýðir forsíðuna á Fótbóltsblaðnum 2022 – Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Níggjunda árið á rað verður Fótbóltsblaðið útgivið. Blaðið, sum hesaferð telur 92 síður, fæst ókeypis á øllum EFFO støðunum kring landið. Tað er Fótbóltssamband Føroya, ið er útgevari.

Í Fótbóltsblaðnum eru samrøður við spælarar – í ár eru tað serliga tey ungu, ið eru sloppin framat – umboðandi øll liðini í Betri Deildini hjá bæði kvinnum og monnum, umframt at ljós verður varpað á øll hini liðini, hvørt fremsta lið er at finna í 1., 2. ella 3. deild.

Harafturat verður kikarin eisini settur á A-landsliðsvenjararnar hjá kvinnum og monnum, umgdómslandsliðini og dómararnar, ið alt er ein stórur og týdningarmikil partur av føroyskum fótbólti.

Aftast í Fótbóltsblaðnum 2022 er ein sera áhugaverd klumma, sum Brynhild Thomsen hevur skrivað.

A-landsliðsvenjarin hjá monnum, Håkan Ericsonn prýðir forsíðuna á Fótbóltsblaðnum 2022 – Mynd: Hans Erik Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo