Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Kringvarpið boðaði í gjár frá, at nevndin, sum skal gera eina nýggja fiskivinnunýskipan, verður ikki liðug við sítt arbeiði 1. august. Nevndin hevur biðið um longri skotbrá.

Landsstýrismaðurin er óivað skuffaður, tí sambært fjølmiðlum hevur landsstýrismaðurin ongar viðmerkingar til umbønina. Við Kringvarpið sigur hann, at hann fyrst má síggja, hvat nevndin biður um, áðrenn hann kann úttala seg.

Tað er væl skilligt, tí arbeiðssetningurin frá landsstýrismanninum er klokkuklárur. Og Kringvarpið og summir føroyskir aktivistiskir búskaparfrøðingar hava meylað upp í saman arbeiðissetningin hjá nevndini.

Og Kringvarpið endurtók hann í gjár.

Nevniliga, at sambært arbeiðssetninginum kunnu uppskotini vera "Uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar" ella "aðrar møguligar útbjóðingarskipanir frá tí almenna til privat."

Hinvegin hava vit lukkuliga gloymt alt um, hvussu illa stendur til í meginpartinum av fiskivinnuni.

Vit hoyra einki um, hvussu vánaligt skipini í heimaflotanum hava klárað seg, sum eru nógv flest í tali.

Vit hoyra einki um, hvussu tungt tað hevur verið hjá flakavirkjum á landi.

Vit hoyra einki um, hvussu lítið hevur verið gjørt á grannskingarøkinum innan fiskivinnuna.

Vit hoyra einki um, hvussu tungt tað er at flyta okkum frá rávøruleverandøri til at vera matvøruleverandørur.

Vit hoyra einki um, hvussu illa tað gongst við at fáa marknaðaravtalur, sum økja um møguleikarnar fyri sølu av virðisøktum fiskavørum.

Vit hoyra aldeilis einki um, hvat vit ætla at gera við veruligu avbjóðingarnar í fiskivinnuni.

Nei, vit hoyra bert um ein lítlan part av arbeiðssetninginum hjá nevndini upp í saman.

Nevniliga "Uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar”.

Ein skipan sum eingi onnur lond brúka og tí er so torfør at skipa, um endamálið veruliga er, at Føroyar skulu fáa sum mest burturúr fiskivinnuni.

Vit kasta okkum yvir at býta kakuna, áðrenn vit hava hugsað um, hvussu vit kunna gera kakuna so stóra sum gjørligt.

Hetta landsstýrið fer at vera kent sum forbrúkslandsstýrið.

Vit síggja ongar ætlanir um rationaliseringar/effektiviseringar. Vit síggja bert stórt forbrúk.

Ongantíð hava verið so nógvar stórar verkætlanir settar í gongd í senn.

Stovnar, sum einki nyttuvirði hava, verða endurreistir. Tað verður als ikki hildið aftur innan fyri tað almenna.

Og almenni keypsportalurin, sum skuldi tryggja, at landið fekk meira fyri minni hevur landsstýrið vent á høvdið.

Hjá undanfarna landsstýrið taldi prísurin 80%, tá landið skuldi keypa vørur og tænastur, meðan prísurin er farin at telja 20% undir nýggja landsstýrinum.

Nú er tað design og annað fínt, sum telur 80%, tá landið keypur inn.

Og hvør skal fíggja hetta stóra forbrúkið hjá tí almenna. Jú, tað skal fiskivinnan.

Har skal eingin vinningur liggja eftir til konsolidering, endurnýgging, menning, grannsking v.m.

Og arbeiðssetningurin eitur “"Uppboðssøla av fiskirættindum frá tí almenna til privatar”.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo