40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í samrøðuni við útvarpið endurgav undirritaði frá nøkrum av teimum viðurskiftunum, sum eru umrødd millum landsstýrið, Kommunufelagið og SEV, har eitt ynski hjá landsstýrinum um at SEV ikki luttekur í vindorkuvirksemi er framført og umrøtt.

Innslagið kann kanska misskiljast á tann hátt, at ynskið hjá landsstýrinum er góðtikið av SEV og kommununum.

So er ikki.

Kommunurnar og SEV hava noterað sær ynskini hjá landsstýrinum.

Enn eru ynskini ikki viðgjørd, tað verður gjørt í næstum, tá ið fólk eru komin aftur úr feriu.

Kári Johansen
nevndarformaður í SEV

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo