40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinnu- og havnaøkini á Oyrareingjum og á Langasandi í Kollafirði verða nú ruddað. Í hesum sambandi heitir Tórshavnar Havn á øll, sum eiga lutir ella órudd á økjunum, um at beina tilfarið burtur av plássunum sum skjótast og í seinasta lagi 1. august 2021. 

Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Tórshavnar Havn um økið. Øll onnur eiga at rudda burtur alt tilfar, tað veri seg akfør, bingjur, lutir, amboð, útgerð, tilfar, gamalt jarn og annað órudd.

Er tilfarið ikki burturflutt 1. august 2021, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd, sigur Tórshavnar kommuna. 

Er nakað ivamál í hesum sambandi, kanst tú ringja til Tórshavnar Havn á tel. 31 17 62 ella skriva eitt teldubræv til port(at)torshavn.fo.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo