Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, hevur sent eitt lógaruppskot til ummælis, sum hevur til endamáls at veita foreldrum rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, um barn yngri enn 18 ár doyr, ella um barnið er deyðføtt.

Løgtingið hevur áður heitt á landsstýrið um at bera so í bandi, at foreldur, sum koma í hesa ringast hugsandi støðuna, skulu fáa møguleikan at syrgja, uttan at skula hugsa um at blíva sjúkrameldað, søkja um dagpening ella, at arbeiðsgevarin verður álagdur at rinda løn í langa tíð.

- Vit mugu sum samfelag geva foreldrum tíð og umstøður at syrgja, sigur Sólvit E. Nolsø, sum væntar, at broytingin fer at vera ein hjálp hjá foreldrum í eini lívskreppu.

Sambært uppskotinum fara foreldrini at fáa rætt til endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku upp til umleið 25.500 kr. um mánaðin, og endurgjaldið kann veitast í 6 mánaðir í part. Gongst sum ætlað, kemur broytingin í gildi 1. januar 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo