Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fyrispurningur frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um ferðsluviðurskiftir í Vágum

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið viðvíkjandi farleiðini til flogvøllin?

2. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið á vegastrekkinum við Leynatunnilin hvat viðvíkur trygd fram við landsvegi?

3. Hvørjar ætlanir eru í samband við trygd og ferðslu í Vágum? Her verður hugsað um rundkoyringar o.a.

4. Er samstarv við kommunurnar í Vágum um at tálma ferðsluni og virka fyri tryggum ferðsluviðurskiftum á vegastrekkinum til og frá flogvøllinum?

5. Hvør er ætlanin við landsvegnum í Sørvági og út til Bø og Gásadals hvat viðvíkur trygd og ferðslu?

Svar:

Spurningur 1:
Strandfaraskip Landsins upplýsir, at í samband við nýggja 7 ára sáttmálan hjá Bygdaleiðum og at Eysturoyartunnilin verður liðugur, hevur verið umhugsað at umskipa ferðaætlanina, bussar og bussførarar, herundir økja um tænastuna á leiðunum 300 og 400 og møguliga skapa eina snarleið til flogvøllin. Harumframt verða ymisk rakstrarmennandi átøk sum nýggj bíleggingarskipan og prísskipan roynt komandi ár.

Spurningur 2:
Landsverk upplýsir, at í løtuni eru ikki ávísar ætlanir viðvíkjandi vegastrekkinum við Leynatunnilin.

Spurningur 3:
Ferðslan á landsvegnum við Sørvágsvatn er økt frá 2010 til 2019 við uml. 40% ella uml. 3.200 bilar um samdøgri, men í ár er hon minkað til uml. 2.300 bilar um samdøgri orsakað av COVID19, sum millum annað hevur viðført minni ferðslu til flogvøllin.

Í Samferðsluætlanini fyri 2018 – 2030 er greitt frá nøkrum batum á landsvegunum í Vágum, og umhugsað hevur verið at gera eina rundkoyring við Giljanes.

Í løtuni eru tó ikki ávísar ætlanir hesum viðvíkjandi.

Spurningur 4:
Seinastu 10 árini hava verið gjørd fleiri ferðslutrygdarátøk í Sandavági, Miðvági og Sørvági. Síðsta verkætlanin var at bøta um skúlavegin millum Sandavág og Nesveg við Giljanes. Hetta er gjørt í samráð við kommunurnar.

Spurningur 5:
Landsverk upplýsir, at í løtuni eru ikki ávísar ætlanir viðvíkjandi hesum teininum.

Tinganes, 20. august 2020
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo