40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið fekk í gjár fráboðan um, at nakað av olju var á vegnum ymsastaðni í býnum. Skjótt varð funnið fram til, at olja var á vegnum á strekkinum frá Sundi til Hoydalar, út á Ringvegin og síðani líka til rundkoyringina á Hálsi. Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum at spula har tað var ringast og politiið ávaraði á sosialu miðlunum tey í ferðsluni. Skjótt gjørdi syndarin vart við seg. Bilurin hevði júst verið á verkstaði at umvæla brekið, men tað var eftir øllum at døma ikki gjørt nóg væl. Vegirnir gerast hálir av olju, og tí kann vandi vera á ferð um olja kemur á vegin.

Fleiri smærri ferðsluóhapp standa eisini í døgnrapportini hjá polinum. Tey snúgva seg um víkiskylduna og at halda frástøðu til bilin frammanfyri. Í slíkum førum endar tað oftast við klippi í koyrikortið og bót.

Summarfestivalur hevur verið í Klaksvík, har hevur fyri tað mesta verið friðarligt. Men beint eftir kl 4 í morgun komu boð um, at tað var ein støða við at taka seg upp, tá fólk skuldu fara av økinum, og ósemja var ímillum fleiri um eitthvørt. Tað bar tó til at tosa partarnar til sættis, og alt spældi væl av.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo