40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At hava nóg mikið við sjálvan seg verður ikki hildið at vera nøktandi. Vit eiga at vera viðkomandi og geva hvør øðrum gætur. Tað er barnalærdómurin okkum var givin í vøggugávu. Menniskjanslig og sosial atlit eru gagnlig fyri hin einstaka og samfelagið.

Tá ið mett verður um kristnu trúnna hjá øðrum, mega vit vanda okkum um orðini. Tað er ikki skilvíst at fella ein andaligan dóm yvir onnur. Í halgubók verður staðiliga ávarað ímóti, at vit úttala okkum neiliga um menniskju.

Tað hevur óivað sína orsøk, at skriftin ávarar ímóti at døma og fordøma. Ístaðin fyri at meta um, hví so man vera, verða tvinni ørindi endurgivin: “Dømið ikki, at tit ikki skulu verða dømd; tí at við tí dómi, tit døma, skulu tit verða dømd, og við tí máli, tit mála, skal tykkum verða mált.” (Matteus 7,1-2).

Eyðvitað hava vit rætt at umrøða øll viðurskifti. Eisini tað, ið órógvar sinni og minnir á veik øki hjá okkum ella øðrum. At áminna hvør annan í kærleika og undir fýra eygum var mangan gagnlig vegleiðing. Kósin varð rættað og kumpassin stillað.

Í tí almenna rúminum mega vit bera okkum rætt at. Vit mega kenna pallin, vit tosa út frá. Søgd í kærleika er rættleiðandi tala borðbær. At umrøða og greina tað fakliga – eisini andalig evni – er hóskiligt í almenna rúminum. Talufrælsið eigur at verða hildið hátt í hevd, eisini møguleikin at prædika.

Tá ið talað og rættleitt verður undir fýra eygum eru somu krøv um kærleika og høviska talu galdandi. Persónligt samskifti er ein øðrvísi pallur enn opin mikrofon í útvarpi ella sjónvarpi. At vegleiða brøður og systrar er ein andalig gerð, ið báðir partar mega góðtaka. Vit mega virða hin einstaka, so vit ikki gera okkum inn á tað persónliga frælsið.

Persónlig álop á einstaklingar er valla í tráð við tær leiðreglur, ið halgabók vísir á. Óhøvisk og niðrandi tala sampakkar als ikki við halgubók.

At fella ein harðrendan og náðileysan dóm yvir menniskju, ið alment verða nevnd við navni og dømd til ævigan eld ella logandi bál. Tað er óheppið.

Orð Jesu til illgerðamannin á krossinum gera tað torført at meta um ævigu lagnuna hjá øðrum. “Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!” (Lukas 23,43).

Síggi ikki í Nýggja Testamenti, at ein eirindaleys tráðan eftir at døma onnur fær jaliga umrøðu. Síggi ikki vitnini í Nýggja Testamenti hugagóð leggja afturat ævigum eldi.

Tað er júst tað øvugta, ið sæst. Aðalmálið er at leiða menniskju burturfrá tí ónda og darvandi. At vísa á møguleikan til frelsu frá synd, dómi og glatan. At leiða syndaran til Jesus, so gleðin hoyrist á jørðini og verður fullkomin í himinsins dýrd.

Fyri nøkrum árum síðan ringdi telefonin síðla á kvøldi. Viðkomandi, ið hevði rundað tey sjeyti árini, var illa fyri og skelkaður. Eitt abbabarn var alment dømt til glatan og ævigan eld vegna syndugt levnað.

Við halgubók í hondini var úrskurðurin sagdur. Æviga lagnan var eyðsýnd. Uttanfyri himmalin, har tannagrísl hoyrist millum neistarnar frá brennandi eldi.

Var illa við av frásøgnini um abbabarnið. Hóast mær ikki dámdi útsøgnina, var vreiðin inn á tey, ið feldu dómin, avmarkað. Hugdi inneftir. Sá og hoyrdi, at ikki øll míni orð í talu og skrift vóru mettað við Guðs anda og hansara náði. Á evsta degi skulu vit standa til svars fyri hvørt ógagns orð, ið fer um varrarnar.

Ein einvegis útsøgn uttan neyva viðgerð er ikki fulltikin. Heldur er talan um tvørrandi vísdóm. Ístaðin mega vit vísa á møguleikan til bata, lív og sælu.

Viðkomandi, ið ringdi og fortaldi um abbabarnið, fekk at vita, at best var at kæra tann náðileysa úrskurðurin við tað sama. Barnabarnið kundi bera dómin til hansara, sum á evsta degi kemur at døma livandi og deyð.

Tað er ein forrættur, at vit kunnu fara til Jesus við øllum, ið nívir og tyngir. Leita til hansara í bøn, – hann, ið gongur í forbøn fyri okkum. Verjin nú og á evsta degi er Jesus Kristus, hann, ið sakleysur var dømdur til deyða. Sakloysið varð staðfest páskamorgun, tá ið hann sigrandi reis upp av deyða og grøv.

Líkasum tann sakleysi reis upp av deyða. Svá skulu vit í sáttargerð hansara rísa upp til ævigt at liva í Guðs ríki, um vit ákalla Jesu navn og biðja um fyrigeving, hjálp og bjarging. Tí hóast vit onkuntíð meta okkum ósek, og sjálvt um úrskurður manna er misvísandi, so eru vit – eins og øll mannaættin – sek yvir fyri Guði.

Tí at øll hava syndað og vanta Guðs heiður. Og tó! Vit verða rættvísgjørd fyri einki av náði Guðs við endurloysingini, sum er í Jesusi Kristi. Amen.

Orðið: “Latum okkum tí ikki longur døma hvør annan, men dømið heldur soleiðis, at tit ikki leggja ástoytingarstein ella meinboga fyri bróður tykkara.” (Rómverjabrævið 14,13).

Jógvan Fríðrikson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo