Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sí myndir her

Havnar Badmintonfelag: Aftur í ár vóru nógvir badmintonleikarir við til ungdómskappingina Reykjavik International Games 2020 og spældu í U13, U15, U17 og U19.

Tá ið kappingin, sum varð spæld leygardagin 1. februar og sunnudagin 2. februar, var liðug høvdu føroysku leikararnir vunnið fleiri heiðursmerki.

Í U13 vóru 1 gull og 4 silvur heiðursmerki vunnin.

Í U15 vóru 1 gull og 2 silvur heiðursmerki vunnin, og harafturat 1 gull í B-bólkinum.

Í U19 varð 1 silvur heiðursmerki vunnið

Hesir leikarir vunnu;

U13 Girls Singles2. Julianna Í HeiðinumU13 Boys Doubles1. Sjúrður Elias Heinas Eysturoy Tóki Yngvason Guttesen2. Kristoffur Samuelsen Markus BjarnasonU13 Girls Doubles2. Eyð Lamhauge Debess Julianna Í HeiðinumU13 Mixed Doubles2. Sjúrður Elias Heinas Eysturoy Birna K. JacobsenU15 Boys Singles2. Bjarti Samson VangU15 Girls Singles1. Birita Weihe  U15 Mixed Doubles2. Bjarti Samson Vang Birita Weihe U19 Girls Doubles2. Sissal Thomsen Una Hrund Örvar

Eisini varð skipað fyri einari kapping fyri U11 leikararnar. Fleiri ungir føroyskir badmintonleikarir luttóku, og fingu tey øll eitt væl uppiborið gull-heiðursmerki.

Tað er gleðiligt, at Havnar Badmintonfelag aftur luttekur við nógvum leikarum til Reykjavík International Games. Kappingin er sera gevandi fyri allar leikarar, tí her møta teir avbjóðingum frá leikarum, sum teir ikki vanliga spæla ímóti. Harafturat er kappingin góð fyri samanhaldi í felagnum - og eisini verða tvær tjúkkar strikur settar undir tað tætta samstarv, sum eru millum Føroyar og Ísland, tá ið vit snakka um badminton.

Sí myndir her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo