Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjakvøldið 20.11.2015 kl. 19.00 verður alment tiltak á Búnaðarstovuni, har úrslitið av Landsseyðasýningini 2015 verður almannakunngjørt.

Sýnsmenn hava verið um landið og sýnað seyðin, sum varð meldaður til Landsseyðasýningina.

Teir hava verið í Norðoyggjum, Eysturoynni, Streymoynni, Vágunum, Sandoy og Suðuroy.

Umframt, at úrslitið verður kunngjørt fríggjakvøldið, kemur Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum at hava eina framløgu um stórverkið, 'Seyðabókin' hjá Robert Joensen. Møguleiki verður at keypa bókina hetta kvøldið fyri serprís.

Skráin fyri kvøldið er hendan:
Byrjað verður kl. 19.00
Tróndur Leivsson bjóðar vælkomin
Felagssangur
Ari Johanneson vísir video av øllum seyðunum á Landsseyðasýningini
Jonhard Mikkelsen greiðir frá um nýggju seyðabókina hjá Robert Joensen
Kaffisteðgur
Ari Johanneson vísir video av teimum 8 seyðunum, ið hava fingið flest stig
Úrslitini verða kunngjørd og Høgni Hoydal, landstýrismaður handar steyp
Endað verður sum vant við at syngja 1. ørindi av tjóðsanginum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo