Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavnar kommuna: Soleiðis gerst tú sjálvbjargin. Nógvir fyrimunir eru við at gagnnýta rávørur í nærumhvørvinum, og tí fer Tórshavnar kommuna komandi tíðina at varpa ljós á lívrunnið burturkast, og framleiðslu av sankutøðum.

 

Til hetta hava vit m.a. fingið Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen, sum er fólkalívsfrøðingur, at viðgera føroyska matframleiðslu, náttúru og endurnýtslu. Sunniva fer aðruhvørja viku fram til januar 2021 at leggja eina grein út á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu.

 

Í næstu viku fer tað at snúgva seg um sankutøð.

 

Ætlanin við átakinum er at minka um burturkast og at savna saman royndir við skiljing av lívrunnum burturkasti.

 

Í 2019 fylti eitt húsarhald við fýra fólkum í miðal 972 kg av burturkasti í gráa ruskposan, sum fer til brenningar. Hetta er tað sama sum, at hvør einstakur dagliga framleiðir 0,7 kg av húsarhaldsburturkasti.

 

Ein týðandi partur av húsahaldsburturkastinum er lívrunnið tilfar, sum orsakað av høga vætuinnihaldinum egnar seg illa at brenna.

 

Við at skilja lívrunnið burturkast, ber til framleiða sankutøð og samstundis minka munandi um nøgdina av burturkastinum, sum verður brent.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo