40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fróðskaparsetrið: Magni Mohr, professari á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi er høvuðsrithøvundi í nýggjari grein í vísindaliga tíðarritinum “Managing Sport and Leisure”.

Greinin ber heitið “Return to elite football after the COVID-19 lockdown” og viðger, hvussu úrvalsfótbóltsleikarar á besta og tryggasta hátt fyrireika seg til komandi kappingar, sum nú spakuliga byrja aftur.

- Vit hava arbeitt miðvíst við at fáa greinina út júst nú, tá úrvalsfótbólturin fer á rull aftur í Europa, men undir sera truplum, øðrvísi og avbjóðandi umstøðum, sigur Magni Mohr í stuttari viðmerking.

Greinina hevur hann skrivað saman við donskum, grikskum, italskum og portugisiskum granskarum, og hetta er onnur COVID-19-greinin, sum Magni Mohr hevur fingið almannakunngjørda.

Greinin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo