40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Oyðarin USS Donald Cook í Runavík fyri einum ári síðani.

Oyðarin USS Donald Cook í Runavík fyri einum ári síðani.

- Amerikanski herflotin skal vera meira til staðar í Arktis, ikki fyri at vera konfronterandi, men tí at tað tryggjar friðin. Soleiðis sigur Robert P. Burke, sum er ovasti fyri amerikanska herflotan í Europa og Arktis við Jyllandspostin.

Hann sigur eisini, at ein dagførd arktisk strategi er um at vera liðug, og at høvuðsinnihaldið í henni er, at USA verður meira til staðar í Arktis.

- USA og Danmark skulu hava fleiri hernaðarvenjingar saman og økja um samstarvið í Arktis, sigur herflotaovastin, sum mikudagin vitjaði í Tingnesi, áðrenn hann fór víðari til Grønlands.

Robert P. Burke hitti landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, og landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, undir vitjan síni í Føroyum.

Í fjør legði amerikanski oyðarin Donald Cook at í Runavík.

Robert P. Burke sigur kortini, at USA ikki ætlar at gera herstøðir, men heldur leitar eftir havnum, har skip kunnu leggja at tá tey halda vakt.

Men tí ivast Søren Espersen, sum er framsøgufólk í verjumálum hjá danska Fólkaflokkinum, í.

- Alt hevur eina byrjan, og so hendir meira og meira. Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvussu hernaðarligt tað skal vera, sigur hann og minnir á, at um vaktarhaldið kring Føroyar og Grønland skal vaksa, so skal Danmark standa fyri tí.

Føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, sigur við Jyllandspostin, at tað er í lagi at amerikanarar eru meira til staðar og leggja at í Føroyum, "tá russar eru so aggressivir, sum teir eru".

Verandi arktiska strategi hjá USA er frá januar 2019, og sambært henni eru amerikumenn mest áhugaðir í at stongja sonevnda GIUK-N holið (Grønland, Ísland, Stórabretland og Noreg), fyri at stongja vegin hjá russum til amerikansku eysturstrondina og Miðjarahavið. Hernaðarætlanin ella strategiin í Arktis byggir á ræðing, bæði við vanligum vápnum og kjarnorkuvápnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo