40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Á markinum ímillum USA og Meksiko. Fleiri 1.000 børn eru seinastu vikurnar tikin frá foreldrunum.

Á markinum ímillum USA og Meksiko. Fleiri 1.000 børn eru seinastu vikurnar tikin frá foreldrunum.

"Babba, Mamma, ikki fara" og líknandi róp hoyrast frá børnum, kvald í gráti, tí tey eru tikin frá foreldrunum við markið ímillum USA og Meksiko í seinastuni. Felagsskapir sum arbeiða við at avdúka avleiðingarnar av nýggja háttinum hjá Donald Trump, forseta, at handfara ólógligu tilflytararnar, hava skaffað upptøkurnar og lagt tær á netið.

Upptøkurnar skulu vera gjørdar stutt eftir at børnini eru skild frá foreldrunum. Men sum skilst er tað meiri at kalla dagligdagur í móttøkuhúsum fyri ólógligar migrantar.

Seinastu seks vikurnar eru umleið 2.300 børn skild frá foreldrunum á markinum ímillum USA og Meksiko, skriva fleiri miðlar.

Fleiri hava funnist at umsitingini hjá Trump, fyrst og fremst demokratar, men eisini limir í hansara egna flokki og enntá Frans pávi, sum í einum twitter boðum skrivar, at øll børn skulu sleppa at spæla, ganga í skúla og vaksa upp í friðarligum umhvørvi. Tað vakti eisini ans tá fleiri fyrrverandi forsetafrúur tóku blaðið frá munninum og funnust at, eins og egna kona hansara, Melania Trump, sum umvegis sína talskvinnu segði, at hon "hataði at síggja" familjur blíva sundurskildar á henda hátt.

Stjórnin hjá Donald Trump forseta sigur, at hetta heilt einafalt bara er at halda lógina og rættarsøkja tey vaksnu fólkini, sum ólógliga royna at koma sær inn í landið. Og tá lógin forbjóðar at fongsla børn er onki annað at gera enn at taka tey frá foreldrunum, sum skulu inn at sita.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo