Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyrstu tíggju mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 10,5 milliardir krónur. Hetta eru 320 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. 

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 239 milliónir krónur, ella 5,3 prosent. Nøgdin er minkað 7.990 tons, ella 13,3 prosent. Prísurin hevur verið góður, og enn er ein ávísur vøkstur í ársmiðalprísinum.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 254 milliónir krónur, ella ávikavist 18 prosent, 9 prosent og 23 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini (laksur undantikin).

Útflutningurin til Russlands var 67,9 milliónir krónur í oktober 2023. Av hesum er 64,3 milliónir krónur makrelur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo