Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (mar. 20 - feb. 21) samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í februar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.

Minkingin av útfluttum laksi er 663 mió. kr. Tað er ein minking á 17%. Nøgdin minkaði góð 4%.

Útflutningurin av toski er minkaður næstan 350 mió. kr.

Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 239 mió. kr. sum er 24%. Í nøgd er minkingin 13%.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo