Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin fyrstu sjey mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 7,2 milliardir krónur. Hetta eru 296 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og líknandi vaksin 882 milliónir krónur hesar fyrstu sjey mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 76 prosent vøkstur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 255 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.283 tons, ella 19 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 175 milliónir krónur, ella ávikavist 21 prosent, 1 prosent og 15 prosent. Við at samanbera virði og nøgd sæst, at prísurin á toski er á sama støði sum í 2022, meðan prísurin á upsa er farin upp, og prísurin á hýsu er lækkaður.

Útflutningurin til Russlands var 4,9 milliónir krónur í juli 2023. Hetta er næstan alt brennievni til russisk skip.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo