Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ið, kann fáa mítt aldrandi rockhjarta at sláa nøkur eyka sløg!

Og so hevur Terji Skibenæs tikið sær av næstan øllum hinum ljóðførunum, sum sanniliga eru sera væl frágingin, og uppsetingin er super!

Hetta er meira ein manifestering av teirri linjuni Týr hevur lagt, tí stílurin er rættiliga líkur, og kunnu nógv av løgunum bendast á seinastu útgávuna Valkyrja, sum kom út í 2014.

Eg eri ikki í iva um, at Terji er millum okkara bestu “gittarafresarar” í landinum, tí, sum hann eisini nevndi í Brunsj, hevur hann í áravís miðvíst arbeitt við sínum gittarspæli, ið hevur gjørt hann til tann úrmælingin, hann er!

Mær dámar væl, at hann hevur lagt seg eftir hesum 7 streingjaða gittaranum, tí serliga tá hann tekur feitu soloirnar, fer hann ofta frá teimum lægru tónunum og uppeftir.

Veit ikki um hann roynir at vísa seg meira “skikkiligan” við onkrari baladu, men eg dámi hann allar best í tí meira ráu rolluni, har hann letur villskapin koma fram í guitarspælinum.

Her er ikki so nógv at finnast at, men tá eg byrjaði at lurta, var eitt serligt forstýrandi ljóð og helt eg, at ein av hátalurunum til telduna var farin, sum so vísti seg at vera ein bekkari í onkrum av løgunum, ið ikki átti at verið har.

Onkuntíð havi eg saknað Týr í hesum og serliga sangrøddina hjá Hera, men onkursvegna hevur Terji dugað at fylt hetta út við melodisku skiftunum, har ein so eisini kann hóma hann siga orðini – umvegis frálíka gittarspælið.

Havi ofta hugsað um hetta at skriva tónleik til instrumental verk, sum má geva seg til úttrykk í akkordum og annað, sum so má gerast um til eitt “ljóðmál”, ið so sjálvt heitið á lagnum má bera boð um.

Produktiónin er væl frágingin, tí tað er sera umráðandi, at fáa eina instrumentala ljómynd livandi og at upplivingin skal sita, sum Terji Skibenæs hevur megnað til UG!

At Terji hevur tikið sær av øllum ljóðførunum ger hann STÓRAN í míni verð og haldi, at útgávan “Terji” tískil fær eina serliga sál.

Løgini á útgávuni:
TIME FOR CHANGE, (MÍTT VAL Í KVØRNINI, TÍ TAÐ ER JÚST Í HESI ROLLUNI, EG VIL HAVA TERJA OG HANN GER TAÐ KNALLANDI GOTT - EISINI VIÐ MELODISKARI EFFEKT!!)
FIGHTING LIFE
LAYERS OF LIES
FEEL GODS
BELOVED
SECRETS OF WAR
DESTINY
SOUL
OUT OF BOUNDS
APOCALYPSO

Sæð í ljósinum av hansara super gittarspæli, hinum ljóðførunum og uppseting – 4 stjørnur av 6!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo