Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í morgin, fríggjadag 9. okt., letur vælumtókta unga føroyska songkvinnan Døgg Nónsgjógv út sína fyrstu fløgu. Í TUTL handlinum á Káta Hornið verður móttøka kl. 16.30, har fløgan fæst til keyps, og Døgg fer at framføra nøkur løg, áðrenn ein størri útgávukonsert er á skránni í Reinsarínum kl. 21 um kvøldið.

Stílurin á nýggju fløguni er í tráð við løg sum "Tú tók mína hond" og "Tú ert hjá mær," ið vit longu kenna frá Døgg og kunnu sigast at passa væl inn í singer/songwriter og popp sjangrurnar.

Fyrsta fløgan, ið nú kemur út og ber heitið "Nón," fevnir um glaðari eins og stillari løg. Hon er persónlig og ognað pápanum.

-Hetta er ein fløga, sum eg havi gjørt til pápa mín. Tekstirnir eru skrivaðir út frá sorg og kærleika," greiðir Døgg frá.

Fløgan er upptikin og ljóðblandað av Jens L. Thomsen í Støkumørk, Innan Glyvur, og mastrað av Matt Colton á Alchemy Mastering í London. Afturat Døgg eru Drós R. Joensen, Hans Jacob Kollslíð, Allan Tausen, Jens L. Thomsen og Marius Ziska við á fløguni.

Við á palli á útgávukonsertini á Reinsarínum vera fleiri kend føroysk tónleikanøvn í Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Knút Háberg Eysturstein, Allan Tausen, Drós Reinert Joensen og Sakaris.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo