40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Prestarnir í suðurstreymoy: Mánadagin 16. mai, 2. hvítusunnudag, verður afturvendandi útiguðstænastan í Gundadali.

Hetta er 3. árið á rað, at útiguðstænasta er.

Guðstænastan er skipað sum ein vanlig guðstænasta við upplestri, bøn, signing og prædiku.

Aftur í ár eru vit so heppin, at GHM og Havnar hornorkestur spæla undir sálmasanginum.

Eftir guðstænastuna eru øll vælkomin í Badmintonhøllina til ein drekkamunn.

Vónandi taka fólk væl undir við tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo