Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein maður sum siglir í Norra hevur kært Heilsutrygd, tí hann bleiv kravdur eftir gjaldi, hóast hann longu hevði rindað til eina líknandi skipan í Noregi.

Sum hann skrivar í kæruni: "Taks og Heilsutrygd mugu tó fyrihalda seg til galdandi skattaavtalu og góðtaka, at vit longu hava goldið heilsutrygd í Noregi. At fara eftir einum borgara sum longu hevur goldið tað sum er ásett, og krevja dupultgjald frá borgaranum kann ikki vera rætta mannagongdin."

Heilsutrygd segði í sínum lagi, at tað vildi verið brot á lógina um Heilsutrygd, um undantak varð givið at rinda. Og at bíðað var eftir landsrættardómi frá einum øðrum líknandi máli, sum Heilsutrygd hevur tapt í Føroya Rætti.

Føroya Kærustovnur bað, eftir at hava kannað málið og hoyrt partarnar, Heilsutrygd taka málið upp til nýggja viðgerð og kanna, um kærarin ikki kann verða frítikin frá at gjalda til Heilsutrygd í tann mun, at norðurlendski sáttmálinum um sosiala trygd loyvir tí.

Les alt málið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo