40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørsisstovan: Triðja ári á rað økist útlátið av vakstrarhúsgassi. Nýggj uppgerð vísir, at samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi í 2019 var 6,2% størri enn í 2018. Vøksturin er á leið helvtina minni enn undanfarna ár. Um hugt verður eftir samlaða útlátinum, uttan útlendsk fiskiskip, hevur árligi vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi verið javnur síðani 2016, eini 7-8% um árið.

Áleið 88% av samlaða útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2019 stavaði frá nýtslu av brennievni.

Høvuðsorsøkin til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi er, at streymframleiðslan vaks 10% í 2019, samstundis sum SEV fekk minni av orku burtur úr vindi (-17%) og vatni (-4%). Øll økingin í elframleiðsluni varð tí grundað á olju.

Ein onnur orsøk til vøksturin í útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2019 er, at brennistøðin hjá IRF í Leirvík brendi nærum helvtina meir í fjør enn  2018. Útlátið er eisini økt fyri akfør (5%) og onnur skip (9%). 

Meira er á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo